Nú skal sleppast undan tvídráttinum um heilsutrygdargjald

Nú skal sleppast undan tvídráttinum um heilsutrygdargjald
Tingið viðger í dag uppskot um, at fólk, sum rinda heilsutrygdargjald í øðrum Norðanlandi, kunnu fáa undantak at rinda heilsutrygdargjald í Føroyum
Heilsutrygd hevur sum ikki er heimild at geva undantak fyri heilsutrygdargjaldi. Lógin verður nú broytt, so hon verður í samsvari við "nordisk konvention om social sikring." (Savnsmynd)
 
20.03.2024 - 09:56

Løgtingið skal, sambært skránni fyri dagin í dag, viðgera málið, sum skal gera, at sleppast kann undan áralanga tvídráttinum um heilsutrygdargjald.

Ein lógarbroyting hjá Heilsumálaráðnum skal fáa samsvar millum føroysku heilsutrygdarlógina og "nordisk konvention om social sikring" um heilsutrygdargjald. 

Fólk sleppa sum nú er ikki undan at rinda til Heilsutrygd, tí lógin sigur, at øll, sum eru fylt 18 ár og búgva í Føroyum, eiga at gjalda, sama um tey eisini gjalda í Noregi til dømis.

Í galdandi lóg er ongin heimild hjá Heilsutrygd at gera undantak frá gjaldsskylduni. 

Hetta er ikki í samsvari við "nordisk konvention om social sikring," og tí er neyðugt at broyta heilsutrygdarlógina.

 

Kunnu fáa undantak

Sambært lógaruppskotinum kunnu fólk, sum rinda heilsutrygdargjald í øðrum Norðanlandi, og sum ikki kunnu fáa frádrátt sambært skattalógini, fáa undantak at rinda heilsutrygdargjald í Føroyum.

Fólk missa tó ikki rættin at fáa veitingar, sum heilsutrygdarlógini gevur.

Lógarbroytingin skal koma í gildi 1.juli.

Herfyri vildi Processbevillingsnævnet ikki loyva Heilsutrygd í Hægstarætt við málinum um heilsutrygdargjald hjá teimum, sum sigla í øðrum londum.

Heilsutrygd tapti bæði í Føroya rætti og í Eystara landsrætti.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946