200 fólk á borgarafundi í Hvalba um kommunusamanlegging

200 fólk á borgarafundi í Hvalba um kommunusamanlegging
Borgarstjórin sigur, at hann fer at fylgja fólkaræðiligu avgerðini, sum fólkið tekur, sama hvat hon endar við
Væl av fólki var á borgarafundi í Hvalba í gjárkvøldið.
 
20.03.2024 - 11:44

Okkurt um 200 fólk vóru á borgarafundi í Roynhøllini í Hvalba í gjárkvøldið.

Á fundinum var niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum, sum hevur kannað vansar og fyrimunir við samanlegging av kommununum í Suðuroyar norðaru helvt, løgd fram.

Tað eru Hvalbiar kommuna, Tvøroyrar kommuna og Fámjins kommuna.

 

Janus Thomsen er borgarstjóri í Hvalbiar kommunu. 

 

- Nógvir spurningar vóru settir, sigur Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalba, sum sigur seg vilja fylgja fólkaræðiligu avgerðini, sum fólkið tekur, sama hvat hon endar við.

Borgarstjórin er nøgdur við undirtøkuna, sum borgarafundurin fekk:

 

20032024_Janus_um_borgarafund

 

Í kvøld klokkan 19 verður borgarafundur í Salti á Drelnesi, og í annaðkvøld verður borgarafundur í Fámjin. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946