- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útflutningsvinnan vil hava betri handilsviðurskifti við Asia
Politiska skipanin eigur at leggja nógv størri dent á at vinna Føroyum betri handilsviðurskifti við lond í Asia.
Hetta er svarið hjá føroyskum útflutningsfyritøkum, sum hava svarað spurnakanning hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag um marknaðaratgongd.
Tað eru fyrst og fremst fyritøkurnar, sum flyta alifisk og uppsjóvarfisk út, sum halda, at bøtt eigur at verða um marknaðaratgongdina til asiatisku londini. Har er stórur marknaður fyri laks, makrel, sild og svartkjafti.
Útflutningsfyritøkurnar nevna ítøkiliga Japan, Suðurkorea, India og Kina sum týðandi marknaðir.
Føroysku fyritøkurnar hava yvirskipað verri - í ávísum førum nógv verri - treytir, enn okkara kappingarneytar at útflyta alilaks og uppsjóvarfisk.
Kappingarneytar hjá Føroyum eru milllum annað Noreg og Ísland.