Varðveita ískoytið men lønirnar hækka ikki

Varðveita ískoytið men lønirnar hækka ikki
Kostnaðarískoytið, sum er 2.000 kr. skattafríar um mánaðin, verður varðveitt í uppskotinum hjá meirilutanum í formansskapinum í løgtinginum um lønirnar hjá løgtingsfólki
Meirilutin í formansskapinum vil ikki hækka lønina hjá teimum.
 
08.03.2024 - 05:29

Kostnaðarískoytið, sum er 2.000 kr. skattafríar um mánaðin, verður varðveitt í uppskotinum hjá meirilutanum í formansskapinum í løgtinginum um lønirnar hjá løgtingsfólki.

Tað mæltu tey, sum gjørdu uppskot um nýggja lønarskipan hjá løgtingsfólkum, annars til at strika.

Men tey mæltu eisini til at hækka lønina.

Lønarhækking er heldur ikki við í uppskotinum hjá meirilutanum.

Tað einasta, sum er við í uppskotinum hjá meirilutanum, er tilmælið um at lata tingfólkum somu eftirløn sum onnur, 15 prosent.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946