- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjur stjóri á Gjáargarði
Nýggjur stjóri á Gjáargarði
Oddbjørg Højgaard tekur við eftir Ingu Foldbo Hjalnafoss
08.03.2024 - 13:39
P/f Gjáargarður hevur fingið nýggjan stjóra.
Tað er Oddbjørg Højgaard, sum frá 2009 til 2015 var stjóri á Hotel Hafnia.
Tað sæst í fráboðan til Skráseting Føroya.
Hon kemur í staðin fyri Ingu Foldbo Hjalnafoss, sum hevur stjóri síðani 2019.
Gjáargarður. (Savnsmynd: Visit Runavík)
Samstundis er Hildur Hilbertsdóttir Durhuus farin úr nevndini, har hon var nevndarlimur.
Partapeningurin í felagnum er hækkaður eina millión krónur, upp í 1,9 milliónir krónur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV