Hendingin hevur sett síni spor

Hendingin hevur sett síni spor
- Kanska er mann blivin eitt vet meira religiøsur av upplivingini, sigur Jákup á Borg um hendingina, tá sonurin fyri skjótt tveimum árum síðani bleiv álvarsliga sjúkur
 
08.03.2024 - 10:23

Ein øgiliga tung tíð.

Hesi orðini lýsa best støðuna, sum Susi og Jákup á Borg vóru í fyri skjótt tveimum árum síðani.

Tann tá tvey ára gamli sonurin, Sigurð, hevði verið illa fyri í langa tíð, hevði onga orku og át næstan einki. Nógvar kanningar blivu gjørdar, men tað var trupult at finna útav, hvat lítla dronginum bagdi. 

Men ein dag í juni 2022 skuldu Susi og Jákup á Landssjúkrahúsið fyri at hoyra um úrslitið av mongu kanningunum. Ein samrøða, sum broytti alt.

- Tá fáa vit at vita, at royndirnar vísa, at Sigurð hevur blóðkrabba, og at vit skulu niður dagin eftir á Ríkissjúkrahúsið. Og vit skuldu nokk vænta at vera í Keypmannahavn í trý ár. Tað var eitt øgiligt sjokk, sigur Jákup á Borg.

- Tað var forferdiligt. Simpilthen forferdiligt, sigur Susi á Borg.

Dagin eftir fara tey bæði við soninum til Danmarkar, og fleiri royndir verða gjørdar. Mergroyndin var tann altavgerandi royndin, tí hon kundi endaliga staðfesta, um talan var um krabbamein ella ikki. 

Eftir at hava bíðað í nakrar dagar eftir svari, fáa tey endiliga boð frá læknunum. Drongurin hevur ikki blóðkrabba. Hann hevur als einki slag av krabbameini. 

- Tað var fantastiskt, men eg var framvegis í sjokki. Tað var ein lætti, men allíkavæl ikki, tí har var okkurt galið, sigur Susi á Borg.

Stutt eftir bleiv staðfest, at sonurin hevur tarmsjúkuna cøliaki. Ein kronisk sjúka, sum ger, at tú als ikki kanst eta gluten. Nakað, sum er í rættiliga nógvum mati. Harafturat hevur sonurin etingarólag. Ivaleyst tí hann altíð hevur fingið pínu, tá hann hevur etið, halda foreldrini.

Ógvusliga upplivingin fyri skjótt tveimum árum síðani hevur sett síni spor.

Tey eru blivin meira religiøs.

- Vit bóðu øgiliga nógv hasa tíðina, og tað gera vit vanliga ikki. Vit hava altíð biðið Faðir vár við børnunum, men onkursvegna leggur mann størri dent á orðini nú. Hetta hevur av álvara settt síni spor, og vit gloyma tað ongantíð. Kanska er mann blivin eitt vet meira religiøsur, sigur Jákup á Borg.

 

1659332

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981