- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiðsgevarar: Allar stuðulsskipanir eiga at verða tiknar av
- Allar stuðulsskipanir eiga at verða tiknar av, men skulu vit hava eina fiskavirkisskipan, mugu treytirnar vera tær somu fyri føroyingar og útlendingar, sum arbeiða í fiskavøruídnaðinum.
Tað sigur stjórin í Vinnuhúsinum, Niels Winther, sum í hesum føri umboðar Føroya Arbeiðsgevarafelag, nú kanningar vísa, at fiskavirkisskipanin í størri mun verður nýtt til at útvega arbeiðspláss til útlendingar, sum eru komnir til Føroya at arbeiða gjøgnum snarskipanina - fast track:
Niels Winther. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Sambært Búskaparráðnum, er fiskivirkisskipanin ein av fleiri stuðulsskipanum, sum eiga at verða tiknar av, tí skipanin fastheldur fólki í einari inneffektivari vinnu og minkar um búskaparvøksturin:
Men verður fiskavirkisskipanin tikin av, fer hetta óivað at fáa avleiðingar fyri fiskavirkini.
- Vit hava spurt okkum fyri hjá fiskavirkjunum, og tey siga í summum førum, at høvdu tey ikki útlendingar, so høvdu tey ikki nóg mikið av fólki til at halda virkinum gangandi.
Soleiðis segði formaðurin í ALS-stýrinum, Eyðfinnur Jacobsen, við útvarpið í síðstu viku.
Hesum tekur Niels Winther undir við:
Kortini er tað órættvíst fyri aðrar vinnur, at fiskavøruídnaðurin hevur eina serskipan, heldur Niels Winther: