FSN fegnast um dómin í Hægstarætti

FSN fegnast um dómin í Hægstarætti
Dómurin staðfestir, at tann, sum skal valda, skal eisini gjalda, sigur formaðurin í Skipara- og navigatørfelagnum
Annfinnur Garðalíð er formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.03.2024 - 08:34

Dómurin hjá Hægstarætti staðfestir heilt einfalt, at tann, sum skal valda, skal eisini gjalda.

Tað sigur Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, nú Hægstirættur hevur staðfest, at tað var í lagi, tá landsstýrið í 2016 avgjørdi, at manningarnar ikki skuldu gjalda sín part av kvotunum, tá talan var um royndaruppboðssølur í 2016:

 

07032024_Gardalid_um_dom

 

Reiðarafelagið vann í Føroya rætti, men landsstýrið vann í Landsrættinum.

Eystari landsrættur broytti í september 2022 dómin hjá Føroya rætti, sum í januar í 2021 segði, at Fiskimálaráðið gjørdi seg inn á sáttmálan millum manningarfeløgini og reiðararnar, tá landsstýrið við lóg avgjørdi, at manningarnar ikki skuldu eiga lut í kostnaðinum.

Reiðarafelagið fekk loyvi at fara í Hægstarætt við málinum.

Reiðarafelagið vildi hava Hægstarætt at gera eina ávísa áseting, grein 7, stk. 2, í lógini um uppboðssølu, ógilduga. 

Hægstirættur sigur, at royndaruppboðssølan var lóglig, og talan var ikki um ognartøku.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717