- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kappingareftirlitið fer ikki í rættin við Føroya Tele
Kappingareftirlitið fer ikki í rættin við Føroya Tele
Kærustovnurin broytti avgerðina og segði, at Kappingareftirlitið hevur ikki prógvað, at Føroya Tele hevði ráðandi støðu á marknaðinum
06.03.2024 - 09:39
Kappingareftirlitið fer ikki í rættin við avgerðini hjá Kærustovninum um Føroya Tele.
Kappingareftirlitið segði, at Føroya Tele misbrúkti ráðandi marknaðarstøðu og breyt kappingarlógina.
Føroya Tele kærdi til Kærustovnin.
Og Kærustovnurin broytti avgerðina, tí hann helt ikki, at Kappingareftirlitið hevði prógvað, at Føroya Tele hevði eina ráðandi støðu á marknaðinum fyri heilsølu av avtalum um fartelefoni.
- Vit hava gjørt eina heildarmeting og taka avgerðina hjá Kærustovninum til eftirtektar, sigur Terje Sigurðsson, deildarstjóri í Kappingareftirlitinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV