Russland og Saudiarabia skerja oljuframleiðsluna

Russland og Saudiarabia skerja oljuframleiðsluna
Endamálið er at hækka prísin
Niðurskurðurin í oljuframleiðsluni hjá Russlandi kemur aftrat skerjingum frammanundan hjá heimins størstu oljuframleiðarum. (Savnsmynd)
 
04.03.2024 - 12:10

Russland og Saudiarabia minka oljuframleiðsluna til í summar.

Russland minkar framleiðsluna hálva millión tunnur um dagin í øðrum ársfjórðingi í ár, sigur russiska stjórin. 

Endamálið er at hækka prísin.

Skerjingin er avtalað millum orkusameind hjá Russlandi í Opec, sum er felagsskapur fyri lond, ið framleiða olju, har Saudiarabia hevur formansskapin.

 

"Leingja sjálvbodna skerjing"

Í gjár kunngjørdi saudiarabiska oljumálaráðið, at landið fer at "leingja sjálvbodnu skerjingina, sum er ein millión tunnur um dagin, ið var sett í gildi í juli 2023, og sum skuldi galda til annan ársfjórðing í 2024."

Niðurskurðurin í oljuframleiðsluni hjá Russlandi kemur aftrat skerjingum frammanundan hjá heimins størstu oljuframleiðarum, sum hava minkað framleiðslu og útflutning av olju, skrivar tíðindastovan AFP.

Endamálið er at trýsta prísin upp í eini tíð við búskaparligari óvissu.

Russland stendur á odda fyri bólkinum av Opec-sameindum, sum verður nevndur Opec+.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946