Elias og Kiel spældu seg í fjórðingsfinalurnar

Elias og Kiel spældu seg í fjórðingsfinalurnar
Elias Ellefsen á Skipagøtu spældi ein góðan dyst, tá THW Kiel vann tepurt á útivølli á Pick Szeged og tryggjaði sær pláss í Champions League-fjórðingsfinalunum
Elias Ellefsen á Skipagøtu skal spæla fjórðingsfinalur í Champions League
Mynd: Eliza Sólya / EHF  
 
29.02.2024 - 09:43

Elias Ellefsen á Skipagøtu skeyt fimm mál og spældi yvirhøvur ein góðan dyst, tá THW Kiel tryggjaði sær pláss í fjórðingsfinalunum í Champions League í gjár. 

Týska stórfelagið vann við einum máli á útivølli ímóti ungarska liðnum, Pick Szeged, og nú er vist, at Kiel endar fremst ella næstfremst í sínum bólki.

Kiel legði seg á odda í fyrra hálvleiki, men heimaliðið yvirhálaði seint í dystinum. Við málum frá Nikola Bilyk og Erik Johansson eydnaðist kortini at vinna dysti

Sebrurnar hava nú 20 stig, meðan Aalborg er næstfremst við 18 stigum. PSG hevur 15 stig á 3. plássi. Tvey tey fremstu liðini fara beinleiðis víðari til fjórðingsfinalurnar, meðan liðini frá 3. til 6. pláss skulu spæla eitt playoff-umfar.

 

Óli avgjørdi við brotskasti

Í Evropa League spældi tríggir føroyingar týsdagin.

Óli Mittún tryggjaði IK Sävehof ein týðandi útisigur á Skjern við brotskasti í evstu løtu. Sviar eru framvegis nummar trý í bólkinum, men nú er bert eitt stig upp til Skjern og tvey stig upp til Nexe á 1. plássi. Sävehof tekur ímóti Nexe í síðsta umfari.

Hákun West av Teigum og Füchse Berlin taptu aftur ímóti Sporting. Vongurin skeyt trý mál upp á fýra royndir í 32-28 ósigrinum í Lissabon. Füchse Berlin endar nú helst á 2. plássi, og skal spæla í playoff-umfarinum. 

Betri gekk hjá Jóhan á Plógv Hansen og Flensburg, sum vunnu stórt á heimavølli ímóti Vojvodina. Flensburg liggur fremst í bólkinum við átta stigum, og Bjerringbro-Silkeborg, sum tekur ímóti norðurtýskarunum í síðsta umfari, hevur seks stig á 2. plássi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791