Suðurkorea hevur framvegis minsta burðatal

Suðurkorea hevur framvegis minsta burðatal
Tøl frá suðurkoreansku hagstovuni vísa, at hvør kvinna eigur í miðal 0,72 børn
Suðurkorea er einasta land í OECD, har burðatalið er minni enn eitt. (Savnsmynd: Yonhap)
 
28.02.2024 - 09:03

Burðartalið í Suðurkorea er tað minsta í øllum heiminum, og tað minkaði enn meira í fjør.

Í Suðurkorea eigur hvør kvinna í miðal 0,72 børn. Tað vísa tøl frá koreansku hagstovuni, sambært Reuters.

Hetta er fjórða árið upp í slag, at burðatalið minkar. Í 2022 var tað 0,78.

Til samanberingar var burðatalið í Føroyum 2,05 í 2022.

Suðurkorea er einasta land í OECD, sum er felagsskapurin um búskaparligt samstarv, har burðatalið er minni enn eitt. Tað hevur tað verið síðani 2018.

Landsins stjórn hevur sett sær sum mál at venda gongdini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946