Gomlu bergholini vera tilbúgvingarleið

Gomlu bergholini vera tilbúgvingarleið
Bergholini eru ikki í nóg góðum standi til ábæra ferðslu, eitt nú fólk til gongu ella á súkklu, sigur landsstýrismaðurin í samferðslumálum 
Landsverk mælir til at varðveita gomlu bergholini sum tilbúgvingarleið ella alternativa farleið. (Savnsmynd)
 
28.02.2024 - 08:34

Gomlu bergholini norður um Fjall skulu brúkast sum tilbúgvingarleið, tá nýggju bergholini eru liðug seint í ár.

Tað er sambært tíðarætlanini.

Men arbeiðið gongur so væl, at tað kanska verður liðugt fyrr.

Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður, í svari til Steffan Klein Poulsen, løgtingsmann.

Steffan Klein Poulsen spyr, um gomlu bergholini kunnu brúkast til rennarar, gongufólk og súkklur.

Ella sum vatngoymslu til eitt nú smoltaling.

 

Bummar fyri bergholini

Landsverk mælir til at varðveita gomlu bergholini sum tilbúgvingarleið ella alternativa farleið, sigur Dennis Holm.

Hann sigur, at bergholini eru ikki í nóg góðum standi til ábæra ferðslu, eitt nú fólk til gongu ella á súkklu. 

Bummar verða settir fyri bergholini.

Men tó verður framvegis møguligt at koyra fram til bergholini á verandi vegum. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805
Leygardag 12. apríl
Sement 2025: 2.umfar (2:3)
190653