- Tíðindi, mentan og ítróttur
Varðin: Neyðugt at byggja nýggj skip
Skulu vit varðveita botnfiskaflotan og førleikarnar at fiska, so er neyðugt at onkur byggir nýtt.
Tað sigur Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum, sum fer at byggja ein nýggjan botnfiskatrolara at fiska við Føroyar.
Skipið verður góðar 44 metrar langt, slakar 12 metrar breitt, og tað hevur verksmiðju, sum kann frysta 40 tons um dagin. Skipið verður smíðað á skipasmiðjuni Mest, og tað skal latast Varðanum á sumri í 2026.
Nýbygningurin kemur inn fyri Rankan, sum Varðin seldi fyri jól.
Grundarlagið undir nýggja trolaranum eru teir fiskidagar, sum Rankin higartil hevur havt.
Bogi Jacobsen ásannar, at støðan hjá botnfiskaflotanum sær ikki gott út, og tí er neyðugt at gera nakað:
Nýggi ísfiskatrolarin hjá Varðanum skal eftir ætlan verða liðugur á sumri í 2026.
Síðstu árini hevur Varðin tjent nógvar pengar í uppsjóvarvinnuni, og reiðaríið er í dag millum fíggjarliga sterkastu fyritøkur í landinum. Tí ber til at byggja nýtt til botnfiskaflotan, sigur Bogi Jacobsen.
Hann vil ikki upplýsa, hvat nýggja skipið kostar - kki annað enn at prísurin liggur onkustaðni mitt ímillum 100 og 200 milliónir krónur.