Highasakite kemur aftur til Føroya at spæla á G! festivalinum

Highasakite kemur aftur til Føroya at spæla á G! festivalinum
G! festivalurin fær fína vitjan úr Norra, tí ein tann mest virdi poppbólkurin í Norra, Highasakite, verður eitt av høvuðsnøvnunum á ársins G! festivali
Síðani Highasakite seinast vitjaði í Føroyum, er bólkurin nógv broyttur. Í dag er Highasakite ein duo, tí eftir í bólkinum eru bara Ingrid Helene Håvik og Trond Bersu
Mynd: Highasakite á Facebook  
 
27.02.2024 - 09:00

"Tað er við stórari gleði, at vit kunngera norska Highasakite, sum eitt av nøvnunum á G! 2024."

Soleiðis skrivar G! festivalurin í tíðindaskrivi, nú ein av mest virdu bólkunum á norska tónleikapallinum, Highasakite, kemur aftur til Føroya at framføra á Gøtusandi í summar. 

Fyrru ferð Highasakite framførdi her á landi var á Vágsbøi í Klaksvík í sambandi við Summarfestivalin í 2016. Talan var um eina fantastiska konsert, sum veruliga bergtók tey, ið vóru og lurtaðu. 

 

Golden Ticket

Highasakite hevur 14 ár á baki og hittaði fyrstu ferð stórt fyri 10 árum síðani við sangunum "Lover, Where Do You Live?" av plátuni "Silent Treatment" frá 2014. 

Hetta bleiv fylgt upp við plátuni "Camp Echo" frá 2016, sum gjørdist best umtókta plátan hjá Highasakite higartil við hittum sum "Golden Ticket", "Someone Who'll Get It" og "God Don't Leave Me". 

Stílurin hjá Highasakite er stórsligin indie-poppur eitt slag at listapoppi (artpop) og fremst stendur upp á allar mátar sangarinnan Ingrid Helene Håvik, sum er ein framúrskarandi oddakvinna við einari stórari rødd. 

 

Stórbærar konsertir

Konsertirnar hjá Highasakite eru annað og meira enn vanligar konsertir. Hetta kunnu tey, ið upplivdu Highasakite á Vágsbøi í 2016, skriva undir uppá.

Framførslurnar hjá Highasakite eru stórbærar, og tær eru bara vaksnar í vavi, síðani bólkurin vitjaði her seinast. 

Tískil hevur G! festivalurin eisini stórar vónir til júst konsertina við Highasakite. 

"Vit vænta sanniliga, at hetta verður ein tann mest hugtakandi konsertin, sum nakrantíð er farin fram í Føroyum," stendur í tíðindaskrivinum. 

 

Ein duo í dag

Síðani Highasakite seinast vitjaði í Føroyum, er bólkurin nógv broyttur. Í dag er Highasakite ein duo, tí eftir í bólkinum eru bara Ingrid Helene Håvik og Trond Bersu sum fastir limir, meðan Øystein Skar, Marte Eberson og Kristoffer Lo eru farin úr bólkinum. 

Highasakite hevur eitt serligt tilknýti til Føroya, tí norðmaðurin Glen Larsen, ið er stjóri í Faroe Music Export (FMX), er umboðsmaður hjá Highasakite. 

 

>>14. februar 2022 prátaði Ragnar A. Jacobsen við limirnar í Highasakite í sendingini Norðurljóð um útgávuna "Mother"


Hvat: G! festivalurin
Hvar: í Syðrugøtu
Nær: 18. - 20. juli

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
Onki føroyskt orð er fyri deyting
183806
Hósdag 21. november
Ung fara av landinum at lesa
183958
Hósdag 21. november
Morgunlestur hósdagur 21. november 2024
183774
Mikudag 20. november
Mono - Dolly Parton
183927
Mikudag 20. november
Góðan morgun Føroyar
183892
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. november
Veðrið
183867
Týsdag 19. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
183834
Mánadag 18. november
3-2 (18. november 2024)
183825
Sunnudag 17. november
Guðstænasta úr Tvøroyrar kirkju
183749