Atgongumerkini seld eftir fáum sekundum

Atgongumerkini seld eftir fáum sekundum
Eftir fáum sekundum vóru øll atgongumerkjuni til hondbóltslandsdystin millum Føroyar og Norður Makedonia seld. Forkvinnan í HSF skilir væl, at summi eru vónsvikin
Føroyskir áskoðarar til landsdyst móti Pólland í Berlin.
Mynd: Savn  
 
23.02.2024 - 18:27

Eftir fáum sekundum vóru øll atgongumerkjuni til hondbóltslandsdystin millum Føroyar og Norður Makedonia seld í netsøluni í dag.

Nógv fólk vóru klár at keypa, men sluppu ikki, tí atgongumerkini vóru útseld alt fyri eitt.

Forkvinnan í Hondbóltssambandinum, Gunn Ellefsen, skilir væl, at fólk eru vónsvikin, men heldur ikki at leisturin eigur at vera skipaður øðrvísi.

Lutfalsliga nógv fólk fáa fríbillett til landsdystin, - eitt nú sjálvboðin, fólk í hondbóltsfeløgunum, eisini fáa landsliðsspælarar og stuðlar atgongumerki.

Á middegi í dag fóru okkurt um 850 atgongumerki til sølu hjá øllum at keypa.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum

1656799

Dysturin millum Føroyar og Norður Makedonia verður spældur 8. mai. Hann er fyrri av tveimum HM play-off dystum.

Seinni dysturin verður spældur í Norður Makedonska høvuðsstaðnum Skopje 12. mai. 

Vinnarin kemur til HM-endaspælið í januar næsta ár, sum verður spælt í Danmark, Norra og Kroatia,.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791