Elias flúgvandi í Kiel-stórsigri

Elias flúgvandi í Kiel-stórsigri
Elias Ellefsen á Skipagøtu vísti stórspæl í sannførandi Champions League-sigrinum hjá THW Kiel á Eurofarm Pelister. Kiel er framvegis fremst í sínum bólki
Elias Ellefsen á Skipagøtu og Kiel eru tvey stig frammanfyri Aalborg
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
22.02.2024 - 20:13

Kiel var stórfavorittur undan dystinum ímóti Eurofarm Pelister í Champions League, og tað livdi týska stórfelagið væl og virðiliga upp til.

Ikki minst takkað verið Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, sum vísti spæl á høgum stigi í Wunderino Arena.

 

Sigurin staðfestur fyri steðgin

Heimaliðið streyk avstað beinanvegin, og føroyski spælskiparin gekk á odda. Tá eitt korter var spælt, hevði Elias Ellefsen á Skipagøtu skotið fýra og lagt upp til fimm mál og Kiel var á odda 11-4.

Hann legði tvey mál og eitt upplegg afturat í fyrra hálvleiki, sum endaði 19-10, og dysturin var í roynd og veru avgjørdur. Tað sást aftur eftir steðgin, tá hoyvikingurin viðhvørt sat uttanfyri.

Endaliga úrtøkan hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu var átta mál og seks upplegg, og tað tykist framvegis vera í Champions League, at føroyingurin trívist best og fær størst álit. Bert Niclas Ekberg hevur skotið meir mál enn tey 43, sum Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur skorað í CL.

 

Topp-tvey nærum tryggjað

Við sigrinum kom Kiel upp á 18 stig og er framvegis fremst í sínum bólki, nú tveir dystir eru eftir í bólkaspælinum. Aalborg hevur 16 stig á 2. plássi, meðan Kielce og PSG hava 13 stig í part á 3. og 4. plássi. Tey bæði mangla kortini at spæla dyst innanhýsis.

Tvey tey fremstu liðini koma beinleiðis í fjórðingsfinalurnar, meðan liðini frá 3. til 6. pláss skulu spæla eitt umfar meir. 

 


Óli Mittún og IK Sävehof taptu á heimavølli fyri Skjern, har føroyingurin skoraði fýra mál.

 

Evropa League: Hákun og Óli taptu - Jóhan vann

Týskvøldið spældu tríggir føroyingar í Evropa League. Hákun West av Teigum, Óli Mittún og Jóhan á Plógv Hansen.

Hákun West av Teigum og Füchse Berlin høvdu kjansin at fara frá hinum, men taptu við einum máli á heimavølli fyri Sporting. Hákun West av Teigum fekk aftur evropeiska spælitíð og skeyt tvey mál.

Óli Mittún gjørdi eisini vart við seg, men IK Sävehof tapti við tveimum í Partille Arena fyri Skjern. Kviki bakspælarin skeyt fýra mál í tapinum, sum ger, at svenska liðið nú liggur á 3. plássi í sínum bólki.

Jóhan á Plógv Hansen skeyt trý mál fyri Flensburg í tryggum sigri á Vojvodina. Týskararnir eru fremst í sínum bólki við seks stigum.

Sunnudagin hittast Jóhan á Plógv Hansen og Hákun West av Teigum í stórdysti í Bundesliguni millum nummar eitt og nummar trý.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859