Kendur brúdleypssangari úr Sýria bjóðar upp til dans á G! festivalinum

Kendur brúdleypssangari úr Sýria bjóðar upp til dans á G! festivalinum
Omar Souleyman, sum er kendur brúdleypssangari úr Sýria, og hevur samstarvað við Bjørk og Four Tet, kemur á G! við tónlistarligum kryddi úr Miðeystri
Tað verður hildið, at 58 ára gamli Omar Souleyman hevur givið okkurt um 500 kassettubond út við tónleiki, síðani hann byrjaði at framføra í 1994.
 
20.02.2024 - 10:19

Tá ið Teitur Lassen var samvertur í sendingini Leitisstein í útvarpinum í februar í fjør, so spældi hann ein sang við legendariska sýriska brúdleypssangaranum Omar Souleyman. 

Teitur greiddi í sendingini frá, at Omar Souleyman hevur givið okkurt um 700 kassettubond út, síðani hann byrjaði sína tónleikayrkisleið í 1994.

Teitur hevur sjálvur hoyrt Omar Souleyman upptraðka á Spot-festivalinum í Aarhus í 2017, og upplivingin hevur gjørt stórt inntrykk á kenda føroyska tónlistamannin. 

"Eg plagi ikki at dansa, tí eg dansi ikki, men tað var fullkomiliga ógjørligt at standa stillur, tí tað var simpulten so góður stemningur," greiddi Teitur frá. 

 

Til G! festivalin

Nú kemur Omar Souleyman, ið annars hevur framført á so stórum pallum sum Glastonbury, Roskilde og til Nobel-friðarheiðurslønarkonsert í Noregi, so til Føroya at framføra á ársins G! festivali.

Tað boðar G! festivalurin frá í tíðindaskrivi. 

Omar Souleyman spælir teldugjørdan tónleik og blandar upprunatónleik úr Sýria uppí.

"Eysturlendski tónastigin drønar runt á ljóðborðinum, ímeðan sangarin peppar huglagið upp í skúm," skrivar G! festivalurin í tíðindaskrivinum, og tað er sera sigandi fyri tónleikin hjá Souleyman. 

Enska blaðið The Guardian skrivaði um tónleikin hjá Omar Souleyman, at "tað gongur so skjótt fyri seg, at einasti rætti mátin, ið tú fært verið við, er um tú ristir mjadnarnar". Tað var sirka soleiðis, ið Teitur upplivdi at vera til konsert við Omar Souleyman. 

 

G!-skráin tekur skap

G!-skráin er, longu nú vit enn eru í februar, rættiliga væl bjálvað, sum er nokk so óvanligt fyri G! festivalin. 

Omar Souleyman legst aftur at nøvnum sum Of Monsters And Men (IS), Eivør (FO), Ash Olsen (NO),  Specktors (DK), Einangran (FO), Knút (FO) og Aiming For Erika (NO), ið longu eru kunngjørd til G! festivalin í ár. 

G! festivalurin verður í døgunum 18. til 20. juli í Gøtu. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
Onki føroyskt orð er fyri deyting
183806
Hósdag 21. november
Ung fara av landinum at lesa
183958
Hósdag 21. november
Morgunlestur hósdagur 21. november 2024
183774
Mikudag 20. november
Mono - Dolly Parton
183927
Mikudag 20. november
Góðan morgun Føroyar
183892
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. november
Veðrið
183867
Týsdag 19. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
183834
Mánadag 18. november
3-2 (18. november 2024)
183825
Sunnudag 17. november
Guðstænasta úr Tvøroyrar kirkju
183749