- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri føroyingar spæla evropeiskan hondbólt í kvøld
Hákun West av Teigum, Óli Mittún og Jóhan á Plógv Hansen skulu allir spæla Evropa League-hondbólt í dag.
Felagið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin, tekur ímóti Sporting á heimavølli. Føroyski vongurin hevur fingið fitt av spælitíð í Evropa League í ár, meðan tað hevur verið langt ímillum minuttirnar í landskappingini.
Vinnur týska høvuðsstaðarfelagið dystin, verða fýra stig niður til 2. plássið í bólkinum og víðari luttøkan mestsum tryggjað.
Óli og teir undir trýsti
Óli Mittún og IK Sävehof taka ímóti danska felagnum Skjern í Partille Arena.
Teir gulu og svørtu eru undir trýsti undan dystinum. Sävehof liggur á 3. plássi við trimum stigum aftanfyri Skjern og Nexe, sum hava fýra stig, og tí skulu føroyski bakspælarin og liðfelagarnir helst vinna.
Flensburg og Jóhan á Plógv Hansen vitja serbiska liðið Vojvodina. Týskararnir eru fremst við fýra stigum saman við Kadetten Shaffhausen undan dystinum.