Avlopið hálvonnur milliard

Avlopið hálvonnur milliard
Vinningsbýtið hjá Bakkafrosti verður 8,70 kr. fyri partabrævið
Høvuðssætið hjá Bakkafrosti á Glyvrum.
 
20.02.2024 - 05:59

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrosti í fjórða ársfjórðingi í fjør var 356 milliónir krónur. 

Bakkafrost seldi fyri eina milliard og 562 milliónir krónur í fjórða ársfjórðingi.

Sølan var næstan tvær milliardir í fjórða ársfjórðingi í 2022.

Tá var sølan ein milliard og 940 milliónir krónur. 

Vinningsbýti

Í 2023 seldi Bakkafrost fyri 7,1 milliard.

Rakstaravlopið var hálvonnur milliard í fjør.

Sambært vinningsbýtispolitikkinum hjá Bakkafrosti skulu 30 til 50 prosent av vinninginum latast í vinningsbýti. 

Fíggjarstøðan hjá Bakkafrosti er sterk, og tí fer nevndin at skjóta upp á ársaðalfundinum, sum verður 30. apríl, at 8,70 krónur vera goldnar út í vinningsbýti fyri hvørt partabrævið, sigur Bakkafrost.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Kamarkórið 40 ár
190994
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946