Norska fregnartænastan ávarar um kinesisk njósnaraskip

Norska fregnartænastan ávarar um kinesisk njósnaraskip
Hetta er fyrstu ferð, at PST sigur, at kinesisk skip verða nýtt á henda hátt í norskum sjógvi
Nógv kinesisk skip sigldu í norskum sjógvi í fjør. (Grafikkur: NRK)
 
12.02.2024 - 10:01

Norska trygdarløgreglan, PST, ávarar um, at kinesisk farmaskip og onnur sløg av skipum kunnu verða brúkt sum njósnaraskip.

Hetta er fyrstu ferð, at PST sigur, at kinesisk skip verða nýtt á henda hátt í norskum sjógvi.

PST hevur fyrr ávarað um um russisk skip.

- Hetta kann ganga fyri seg á sama hátt sum við russiskari innsavning av upplýsingum. Annaðhvørt at tey leita aktivt eftir upplýsingum, ella at tey passivt senda frágreiðingar um upplýsingar, sum tey koma framá í vanliga virki sínum, sigur Inger Haugland, leiðari fyri kontra-njósningardeildini hjá PST, við NRK.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946