Grannauppgerð í steypafinaluni

Grannauppgerð í steypafinaluni
Kyndil og Neistin spældu seg sannførandi í steypafinalurnar í hondbólti við sigrum á ávíkavist VÍF og H71 í seinnu hálvfinalunum í dag
Neistin snøgt sagt smurdi H71 av í Hoyvík í dag
 
11.02.2024 - 18:29

Tað verður grannauppgerð í steypafinaluni í hondbólti við kvinnum.

Bæði Kyndil og Neistin vóru sannførandi, tá tey vunnu tryggar sigrar á ávíkavist VÍF og H71 í seinnu hálvfinalunum í dag.

 

Smurdi H71 av

Neistin vann fyrru hálvfinaluna á H71 við trimum málum, og tí var spenningur í Hoyvík í dag.

Hann helt sær kortini ikki leingi, tí Neistin snøgt sagt smurdi hoyvíkingar av. Í hálvleikinum vóru tær bláu á odda heili 18-9, og tann leiðslan kom ongantíð í vanda.

Maria Pálsdóttir Nólsoy var stóri spælarin hjá útiliðnum við níggju málum.

 

Kyndil basti VÍF

Kyndil hevði eisini eina leiðslu frá fyrra dystinum, tá VÍF vitjaði í høllini á Hálsi í dag.

Heimaliðið kom væl frá byrjan, og tí var ongantíð veruligur spenningur um finaluplássið. 

Turið Arge Samuelsen skeyt heili 12 mál í dystinum, sum endaði 31-26.

Hetta er fyrsta ferðin síðan 2017, at tey bæði havnarliðini skulu spæla steypafinalu ímóti hvørjum øðrum. Ta ferðina vann Kyndil 26-21.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114