Vil ikki hava Rumenia, Slovakia ella Hvítarussland

Vil ikki hava Rumenia, Slovakia ella Hvítarussland
Svøríki, Kýpros, Litava ella Gibraltar eru mótstøðuliðini, sum Viljormur Davidsen ynskir sær í Nations League. Lutakastið verður seinnapartin
Viljormur Davidsen vil ikki spæla ímóti Rumenia, Slovakia og Hvítarusslandii
Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF  
 
08.02.2024 - 11:55

Varaliðskiparin á føroyska fótbóltslandsliðnum, Viljormur Davidsen, vil fegin sleppa undan at spæla ímóti Rumenia, Slovakia og Hvítarusslandi í Nations League í ár.

Hinvegin ynskir hann sær Svøríki, Kýpros, Litava ella Gibraltar undan lutakastinum, sum verður seinnapartin klokkan 17:00.

Føroyar eru í 2. styrkisbólki í C-deildini saman við Aserbadjan, Kosovo og Bulgaria. Í ovasta styrkisbólki eru Rumenia, Svøríki, Armenia og Luksemborg, Norðurmakedónia, Slovakia, Norðurírland og Kýpros eru í 3. bólki, og niðast eru Hvítarussland, Litava ella Gibraltar, Estland og Lettland.

Føroyar koma í bólk við einum av londunum í fyrsta, triðja og fjórða styrkisbólki.

 - Næstan líka mikið hvønn vit koma í bólk saman við, verður talan um sterka mótstøðu. Men tá tað er sagt, kunnu vit eisini bíta frá okkum, og tað ætla vit okkum sjálvandi at gera, sigur Viljormur Davidsen við heimasíðuna hjá FSF.

Dystirnir í UEFA Nations League 2024/2025 verða spældir í tíðarskeiðunum 5. til 10. september, 10. til 15. oktober, og 14. til 19. november í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV