KÍ metavlop

KÍ metavlop
KÍ hevði eitt metstórt avlop í fjør upp á góðar 12 milliónir krónur. Luttøkan í Conference League-bólkaspælinum gav eina eintøku upp á slakar 31 milliónir krónur
KÍ fekk slakar 31 milliónir krónur burturúr evropeisku luttøkuni í fjør
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.02.2024 - 09:25

KÍ hevði eitt søguliga gott ár í fjør við einum avlopi upp á slakar 12,4 mió. krónur.

Tað boðaði felagið frá á aðalfundi í gjárkvøldið, har ársroknskapurin fyri árið 2023 var almannakunngjørdur.

KÍ setti met í bæði inntøkum, útreiðslum og avlopi.

Evopeiska luttøkan og serliga bólkaspælið sæst aftur í roknskapinum, har inntøkurnar frá UEFA vóru slakar 31 mió. krónur, meðan aðrar inntøkur frá atgongumerkjasølu og sjónvarpsrættindum vóru umleið 2,2 mió. krónur.

 

Stórar útreiðslur

Nógvar útreiðslur stóðust eisini av teimum 14 altjóða dystunum, sum besta liðið leikti í fjør. 

Lønarútreiðslurnar og ferðaútreiðslurnar komu upp á 11,1 mió. krónur í sambandi við evropeisku dystirnar.

Nevndarval var eisini á skránni á aðalfundinum í gjárkvøldið, og allir nevndarlimirnir halda fram í 2024.

Tummas Lervig er formaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109