- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skiparin á Brimli: Funnið ein neyðsendara hjá Kambi
Skiparin á Brimli: Funnið ein neyðsendara hjá Kambi
Brimil hevur funnið ein neyðsendara frá Kambi, sum lá í sjónum, men annars eru saknaðu menninir ikki komnir afturíaftur
Mynd: Grafikkur: Kenneth Jørgensen
07.02.2024 - 09:56
Leitað verður enn eftir monnunum, sum ikki eru komnir afturíaftur eftir at frystilínuskipið Kambur fyrst fekk ein sjón og síðani sakk fyrrapartin í gjár.
Elias Zachariasen, skipari á Brimli, sigur, at teir hava funnið ein neyðsendara frá Kambi, sum lá í sjónum. Annars er støðan óbroytt frá í gjár uttan, at leitingarøkið alsamt víðkar.
Føroyska bjarginartyrlan er á veg út aftur at leita, og tað er eitt serútgjørt danskt leitingarflogfar eisini.
Hoyr samrøðuna við skiparin á Brimli her.
Brimil_skipari_Elias_Zachariasen_20240207
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV