Sára við á A-landsliðnum fyri fyrstu ferð

Sára við á A-landsliðnum fyri fyrstu ferð
Sára Poulsdóttir á Líðarenda úr Víkingi er við í hópinum hjá landsliðsvenjaranum, Signe Pries Andersen, til venjingardystirnar móti Malta og Albania, sum verða síðst í februar
Sára Poulsdóttir á Líðarenda hevur fyrr umboðað Føroyar á U19-landsliðnum
Mynd: Bjarni Enghamar / FSF  
 
06.02.2024 - 20:50

Sára Poulsdóttir á Líðarenda úr Víkingi er við í A-landsliðshópinum, sum Signe Pries Andersen, venjari, hevur tikið út til venjingardystir ímóti Malta og Albania.

Sára Poulsdóttir á Líðarenda hevur fyrr umboðað Føroyar á U19 landsliðnum, men hetta er fyrstu ferð, at hon er úttikin á A-landsliðið, skrivar fsf.fo.

Dystirnir verða spældir á Malta ávikavist 22. og 25. februar, og 23 spælarar eru tiknir út. Venjingardystirnir eru liður í fyrireikingini til EM-undankappingina, sum byrjar í apríl. Lutakastið til bólkaspælið verður 5. mars.


Føroyski hópurin:

Rebekka Benbakoura, GPO Kastorias (Grikkaland)
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)
Valborg Østerø, B36 
Julia Naomi Mortensen, NSÍ
Sara Samson Lamhauge, NSÍ
Heidi Sevdal, NSÍ
Rúna Jacobsen, HB
Ása Stórá Carlsen, HB
Fridrikka Maria Clementsen, HB 
Sunniva Willemoes, HB 
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ 
Maria Vinjardsdóttir Johansen, KÍ 
Durita Hummeland, KÍ 
Birita Ryan, KÍ 
Tóra Mohr, KÍ 
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ 
Eyðvør Klakstein, KÍ 
Malena Olsen, KÍ 
Margunn Lindholm, KÍ
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur
Mona Rasmusdóttir, Víkingur
Sára P. á Líðarenda, Víkingur
Eyðgerð Mikkelsen, Víkingur

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV