Heim, kæra heim: Nýggj lívsstílssending

Heim, kæra heim: Nýggj lívsstílssending
Kom við inn í áhugaverd, hugnalig og søgulig býli, tá sendingin "Heim, kæra heim" fer á gátt í ymsum húsum kring landið. Fyrsti partur er á skránni hóskvøldið 8. februar
Skíggjamynd úr fyrsta parti av Heim, kæra heim. Í svarta húsinum við flagtekju býr arkitekturin Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, við familju.
 
05.02.2024 - 15:51

Hóskvøldið byrjar nýggj og áhugaverd lívsstílssending, sum eitur "Heim, kæra heim". 

Í sendingini fara vit á gátt í ymsum húsum kring landið, sum øll eru á áhugaverd á hvør sín hátt. Í fyrsta parti vitja vit í Nólsoy, í Syðrugøtu og á Sandi. 

 

Eitt býli í Nólsoy við nógvari søgu

Nólsoy Heim, kæra heim

Caption: 
Skíggjamynd úr fyrsta parti av Heim, kæra heim. Mitt í Nólsoyar bygd standa eini sjarmerandi hús, og har búgva Nicolaj Falck og Aðalbjørg Linklett.

Hvussu hevði verið, um tú og familjan skuldu búð í tveimum lonum frá ár umleið 1860?

Mitt í Nólsoyar bygd standa tvær gamlar lonir, sum í dag eru bygdar saman. 

Tað er Nicolaj Falck, sum hevur umvælt lonirnar. Hann og konan, Aðalbjørg Linklett, búgva tí í dag í einum húsum, har endurnýtsla er í hásæti, og har so at siga alt hevur eina søgu.

 

Arkitektteknaðu húsini ganga út í eitt við lendið

Heim, kæra heim Syðrugøta

Caption: 
Tey svørtu húsunum, sum ganga út í eitt lendi, hevur Ósbjørn Jacobsen teknað. Her býr hann eisini saman við familjuni.

Arkitekturin Ósbjørn Jacobsen hevur teknað mangar stórslignar bygningar. Eitt nú hevur hann teknað Hørpuna í Íslandi, Biskupstorg í Klaksvík og býráðshúsið í Norðragøtu.

Og so hevur hann eisini teknað síni egnu sermerktu sethús, sum standa í Syðrugøtu, og sum ganga út í eitt við lendi.

Ósbjørn býr saman við familju síni í serstøku húsunum, sum eitt nú hava Føroya kanska bíligastu borðplátu, sum arkitekturin sjálvur hevur gjørt við kønari hjálp frá Youtube.

 

Umvælda frítiðarperlan á Sandi

Heim kæra heim á Sandi

Caption: 
Hesa summarhúsperluna eiga Ingun Eiriksdóttir og Heini Weihe.

Í Trøðum á Sandi hava Ingun Eiriksdóttir og Heini Weihe eini frítíðarhús. Upprunaliga vóru húsini, sum stóðu á grundøkinum, frá umleið 1900, men tá Ingun og Heini keyptu húsini í 2013, byrjaði ein stór umvæling - størri enn ætlað.

Úrslitið er, at tey í dag hava eini frítíðarhús, sum eru gjørd við íblástri frá gomlu roykstovuni. Her snýr tað seg um at vera saman og koma í feriuhýr.

Hóskvøldið eftir Dagur og viku er fyrsti partur av trimum í sjónvarpinum og á heimasíðu okkara. Her sært tú ein brellbita. 

 
REY04036

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981