Petur Knudsen aftur til NSÍ

Petur Knudsen aftur til NSÍ
Ársins spælari í føroyskum fótbólti í 2020 hevur skrivað undir ein trý ára sáttmála við barndómsfelag sítt, NSÍ.
Karstin Joensen, formaður í NSÍ, og Petur Knudsen, sum nú er aftur í barndómsfelagnum
Mynd: NSÍ-heimasíðan  
 
03.02.2024 - 18:24

- Hetta er ein av bestu spælarunum í Føroyum, sum hevur valt at koma heim aftur í gulu blusuna, og tað fegnast vit stórliga um, sigur NSÍ-formaðurin Karstin Joensen við heimasíðuna hjá felagnum.

Petur Knudsen hevur seinnu árini spælt við bæði Lyngby í Danmark og El Paso í USA, men skal nú hjálpa NSÍ at fóta sær aftur í bestu deildini eftir eitt ár í næstbestu deildini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV