Broyta byggisamtykt so myllur kunnu byggjast

Broyta byggisamtykt so myllur kunnu byggjast
Býráðið á Nesi hevur samtykt at broyta byggisamtyktina hjá Nes kommunu, so EFFO kann gera vindmyllulundina Eysturlund yviri í Nev
Soleiðis fer Eysturlund at síggja út.
 
03.02.2024 - 15:03

Býráðið á Nesi hevur samtykt at broyta byggisamtyktina hjá Nes kommunu, so EFFO kann gera vindmyllulundina Eysturlund yviri í Nev.

EFFO hevur upplýst fyri kommununi, at EFFO hevur tosað við Búnaðarstovuna og festarin.

Bæði taka undir við ætlanini. 

EFFO hevur boðað frá í tíðindaskrivi, at 24 myllur skulu byggjast. 

Tær skulu gera streym til vinnulívið, eitt nú Havsbrún.

Vindmyllurnar eru av slagnum Vestas V-117. 

Tær eru 92 metrar høgar, og veingjaspennið er 117 metrar.

Ætlanin er eisini at gera vetni, sum kann nýtast til grøna orku hjá bátum og skipum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk 10.apríl 2025
189858
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk: Oliver Philipps um Shells
189855
Hósdag 10. apríl
Andarblak 10. apríl 2025 - Kórsangur
190564
Hósdag 10. apríl
Eitt korter við jazzi 10. apríl 2025
190554
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. apríl
Útilív 4:6
190570
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551
Mikudag 9. apríl
Undansending: Føroyar - Litava
190512
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447