- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava framvegis fleiri fiskidagar enn brúktir eru seinastu árini
Hóast fiskidagatalið er skert 20 prosent hjá teimum, sum fiska við línu og hjá trolbátum, og 10 prosent hjá trolarum, eru fiskidagarnir fleiri í ár enn teir, sum eru brúktir seinastu árini.
Trolarar hava 4.515 fiskidagar á innaru leiðunum í ár. Teir brúktu 2.676 í fjør.
Á ytru leiðini hava teir 1594 dagar í ár. Teir brúktu 852 í fjør.
Línuskipini hava 1583 dagar í ár. Tey brúktu 1181 í fjør.
Stóru útróðrarbátarnir hava 1348 dagar í ár. Teir brúktu 714 dagar í fjør.
Trolbátar hava 1086 dagar í ár. Teir brúktu 962 dagar í fjør.
Og útróðrarbátar, sum er minni enn 15 tons, hava 6.090 fiskidagar í ár. Teir brúktu 4.423 dagar í fjør.
Dennis Holm, landsstýrismaður, hevur svarað spurningi frá Árna Skaale, løgtingsmanni, um skerjingina í fiskidagatalinum.
Landsstýrismaðurin sigur, at endurbyggingarreglan skal eftirmetast, áðrenn fiskidagar vera ásettir fyri fiskiárið 2025.
Ikki bara fiskidagar
Hann sigur, at torført er at siga, um niðurskurðurin í fiskidøgum fer at ávirka summi skip og bátar so nógv, at teirra rakstur ikki fer at bera seg í ár.
Men tað er ikki bara dagatalið, sum hevur týdning fyri raksturin.
Minst líka avgerandi er, hvussu fiskiskapurin fer at hilnast, og hvør prísur fæst fyri fiskin.
Annað telur eisini við, so sum oljuprísur og rentur.
Ein partur av heimaflotanum hevur verið í ringum sjógvi í nógv ár.
Og lítið bendir á, at tann støðan er íkomin, tí skip og bátar hava ov fáar fiskidagar, sigur Dennis Holm.