- Tíðindi, mentan og ítróttur
Snarhús í og úr aftur Skiftirættinum
Byggifyritøkan Snarhús varð seinnapartin tikin úr aftur skiftirættinum. Tað var Skráseting Føroya, sum tók hetta stigið, eftir at felagið fyrrapartin varð sent í skiftirættin.
Skrásetingin sendi Snarhús í skiftirættin við kravi um tvingsilsavtøku, tí leiðsla og nevnd í felagnum hevði lagt frá sær.
Hans Petur Ellingsgaard er bæði stjóri og nevndarformaður, meðan Amon Djurhuus Ellingsgaard er nevndarlimur. Teir vóru báðir við til at stovna Snarhús, og eiga felagið.
Men har er eisini ein annar eigari. Tað er felagið Farosta, sum hevur heimstað í býnum Kaunas í Litava.
-Av misgávum hevur hesin eigarin ikki fingið boðini, áðrenn felagið var sent í skiftirættin. Tað var ein feilur, og tí er felagið tikið úr aftur skiftirættinum, sigur Kristin Balle.
Stjórin á Skráseting Føroya upplýsir, at nú hevur partaeigarin Farosta fingið fýra vikur til at svara, um tey vilja reka felagið Snarhús víðari. Gera tey ikki tað, so fer Snarhús aftur í skiftirættin, sigur Kristin Balle.
Hans Petur Ellingsgaard og Amon Djurhuus Ellingsgaard eru sum nevnt farnir úr leiðslu og nevnd í Snarhús, og felagið hevur tí onga leiðslu ella nevnd í løtuni.
Roknskapurin fyri 2023 er ikki almennur enn, men í 2022 hevði smápartafelagið eitt hall á 3,3 milliónir krónur.