- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroysk forkvinna í altjóða arbeiðsbólki
Føroysk forkvinna í altjóða arbeiðsbólki
Formansfundur hevur verið í Altjóða Havrannsóknarstovninum, ICES, har Helga Bára Mohr Vang, fiskifrøðingur á Havstovuni, umboðaði Føroyar.
29.01.2024 - 19:39
Hon hevur átikið sær uppgávuna at leiða “North Western”, ella NWWG-arbeiðsbólkin næstu trý árini.
Talan er um tann arbeiðsbólkurin í ICES, sum umsitur stovnsmetingar og ráðgeving av botnfiskastovnum í norður-vestur Atlantshavi.
Hetta eru havøkini kring Føroyar, Ísland og Eysturgrønland.
Síðstu ferð Føroyar høvdu formanskapin var í 2012-2014, tá Petur Steingrund var formaður.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV