- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiðsloysið minni enn eitt prosent í fjør
Arbeiðsloysið minni enn eitt prosent í fjør
Í dag eru 233 fólk skrásett hjá ALS, 87 kvinnur og 146 menn
29.01.2024 - 08:38
Arbeiðsloysið fór ikki upp um eitt prosent í fjør.
Tað var 0,9 prosent í januar, men síðani var tað 0,7 og 0,8 prosent.
Í juni var arbeiðsloysið heilt niðri á 0,6 prosentum.
Í desember var arbeiðsloysið 0,8 prosent.
Tá vóru 245 fólk fulltíðararbeiðsleys.
Fleiri menn arbeiðsleysir
Fleiri menn enn kvinnur hava einki arbeiði.
Í dag eru 233 fólk skrásett hjá ALS, 87 kvinnur og 146 menn.
620 fáa fiskavirkisstuðul, 315 kvinnur og 305 menn.
Í fiskivirkisskipanini eru 997 fólk tilmeldað.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV