- Tíðindi, mentan og ítróttur
Námsfrøðingarnir fingu ikki sítt lønarlyft
Námsfrøðingarnir hava ikki fingið lønarlyftið, sum samgongan lovaði teimum.
Í samgonguskjalinum avtalaði samgongan, at lægst løntu bólkarnir á umsorganarøkinum skuldu fáa eitt lønarlyft.
Og 30. mars lovaðu tey millum annað námsfrøðingunum eitt lønarlyft, ið skuldi koma oman á lønarkarmin, og ikki vera partur av lønarsamráðingunum annars.
Lovaða lønarlyftið skuldi vera galdandi frá 1. januar 2024.
Mirjam Johannesen er leiðari á dagstovninum Sólareygað.
Men tað vóru nógvir vónbrotnir námsfrøðingar, sum hugdu inn á kontuna í morgun, nú almennu lønirnar fyri januar eru útgoldnar. Tí har var onki lønarlyft.
Mirjam Johannesen er námsfrøðingur og leiðari á dagstovninum Sólareygað í Havn:
Jógvan Philbrow er formaður í Pedagogfelagnum.
Námsfrøðingar hava eisini vent sær til Pedagogfelagið í dag, nú lønin ikki var sum væntað.
Men Jógvan Philbrow, formaður, veit ikki nógv at siga, hví lønarlyftið ikki sæst á kontuni:
Útvarpið ætlaði at spyrja Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, hví námsfrøðingarnir ikki hava fingið lovaða lønarlyftið, hvat tað er fyri praktiskur trupulleiki, sum Jógvan Philbrow tosar um, og um lønarlyftið nú er vorðið partur av sáttmálasamráðingunum.
Men Ruth Vang hevði onga viðmerking til tíðindasendingina á middegi.