EM í hondbólti: Týskland fekk síðsta hálvfinaluplássið

bannari
EM í hondbólti: Týskland fekk síðsta hálvfinaluplássið
Týskland fekk fjórða plássið í EM-hálvfinalunum, har vertstjóðin hittir Danmark, ímeðan Svøríki bjóðar Fraklandi av
Týskland fekk seinasta hálvfinaluplássið í EM
Mynd: EHF  
 
24.01.2024 - 19:47

Vertstjóðin, Týskland, tryggjaði sær í dag fjórða hálvfinaluplássið í EM í hondbólti, har Danmark bíðar.

Eysturríki, Ungarn og Týskland høvdu øll møguleikan at spæla seg víðari undan seinasta umfari í dag, men bæði Eysturríki og Ungarn taptu sínar dystir. Týskarar kendu tískil sína lagnu, áðrenn teir taptu seinasta dystin í miðumfarinum fyri Kroatia.

Í hinari hálvfinaluni skal Svøríki royna seg ímóti Fraklandi. Sviar og fraklendingar spæla fyrru hálvfinaluna fríggjadagin, og síðan spæla týskarar ímóti dønum. 

EM-finalan verður spæld sunnudagin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878