- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dátueftirlitið gav Løgmálaráðnum álvarsliga átalu
Dátueftirlitið gav Løgmálaráðnum álvarsliga átalu
Talan var um persónsupplýsingar í sambandi við veljaraváttanir hjá Sjálvstýri
24.01.2024 - 18:00
Ein almennur myndugleiki, sum er Løgmálaráðið, hevur fingið álvarsliga átalu frá Dátueftirlitinum.
Tann 22.november í fjør sendi Løgmálaráðið Dátueftirlitinum eina fráboðan um trygdarbrot.
Av misgáum hevði Løgmálaráðið latið persónsupplýsingar hjá heilt nógvum skrásettum fólkum til ein óviðkomandi triðjapart. Talan var um nøvn og føðingardagar.
Og talan var um yvir 800 veljaraváttanir hjá Sjálvstýri.
Løgmálaráðið svaraði eftirlitinum, at tað hevði onga skrivaða mannagongd um, hvussu trygdarbrot skulu handfarast.
Dátueftirlitið gav tí Løgmálaráðnum eina álvarsliga átalu, og kravboð um at gera eina skrivliga mannagongd um at handfara trygdarbrot.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV