Meistararnir byrja í Havn

Meistararnir byrja í Havn
Grundspælið í Betri Deildini hjá kvinnum er nú klárt. Fyrsta umfar verður spælt mikudagin 27. mars
KÍ vitjar HB í fyrsta umfari av grundspælinum í Betri Deildini við kvinnum
Mynd: FSF  
 
23.01.2024 - 16:24

Fyrr í ár varð kunngjørt, at fremsta deildin hjá kvinnum fór at vera skipað sum grundspæl og endaspæl. Og nú er greitt, hvussu leikskráin fyri grundspælið sær út, skrivar Fótbóltssambandið.

Fyrsta umfar er á skránni mikudagin 27. mars, og tað møtast liðini soleiðis: NSÍ – Skála ÍF, B36 – 07 Vestur, HB – KÍ og Víkingur – TB/FCS/Royn. Níggjunda liðið í kappingini er FC Hoyvík.

Síðsta umfar í grundspælinum verður spælt sunnudagin 11. august, og eftir tað verða liðini skipað í tveir bólkar – nummar 1 til 5 fara at dystast um FM, meðan liðini frá nummar 6 til 9 spæla um at vinna niðarabólkin.

Harafturat verður eisini skipað fyri einari minni steypakapping, ið kemur afturat vanligu steypakappingini. Minna steypakappingin er fyri liðini, sum eru í niðara bólkinum í endaspælinum, umframt feløgunum, sum hava sítt besta lið í 1. deild.

Grundspælið í landskappingin við kvinnum sæst her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV