Ársins fyrsti tingfundur í dag

Ársins fyrsti tingfundur í dag
Tingið fer m.a. at viðgera eitt uppskot um at broyta lógina um Húsalánsgrunnin, so Bústaðir fáa størri heimildir
Løgtingið hevur sín fyrsta fund í 2024 í dag. Fundurin byrjar klokkan 11.
 
23.01.2024 - 08:23

Fyrsti tingfundurin í ár er í dag.

Tingið skal viðgera uppskotini hjá landsstýrinum um brekumboð og um at broyta lógina um Húslánsgrunnin, so Bústaðir fáa størri heimildir.

Ætlanin er at kommunur skulu sleppa at stovna almannagagnlig bústaðafeløg saman við Húsalánsgrunninum.

Og Húsalánsgrunnurin sleppur at læna 350 mió. kr. aftrat, so grunnurin fær heimild til at læna eina milliard og 50 milliónir krónur til at fíggja bústaðabygging.

Lógaruppskotið sigur eisini, at Húsalánsgrunnurin kann fara uttanlands at læna pening.

Sambært uppskotinum skal parturin hjá kommunum í almannagagnligum bústaðafelag vera millum 10 og 20 prosent.

Og tingið skal atkvøða um uppskotið hjá Sambandsflokkinum um verjusemju og uppskotið hjá løgtingsgrannskoðarum um landsroknskapin fyri 2022.

Tingfundurin í dag er klokkan 11.00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Týsdag 22. apríl
Samværi 069 - Hví skunda sær at skriva?
190893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946