- Tíðindi, mentan og ítróttur
Um tíggju ár vera dupult so nógv ferðafólk
Um tíggju ár vera dupult so nógv ferðafólk
Vága floghavn skal útbyggja fyri góðar 1,3 milliardir krónur
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)
19.01.2024 - 05:59
Vága floghavn skal útbyggja fyri góðar 1,3 milliardir krónur.
Mett verður, at ferðafólkatalið verður yvir 800.000 longu um 10 ár.
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, fegnast tí um ætlanina, at góðar 350 milliónir krónur úr Íleggingargrunninum kunnu brúkast til at byggja út flogvøllin í Vágum.
Hann sigur, at longu í 2019 var fløskuhálsur á flogvøllinum, tá ferðafólkatalið fór upp um markið, sum er 400.000 ferðafólk.
Hetta hendi bara fimm ár eftir, at nýggja farstøðin varð bygd.
Bjarni Kárason Petersen sigur, at við íkastinum úr Íleggingargrunninum, megna vit at halda ferðaseðlaprísirnar á einum rímiligum støði.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV