Søkkja línuskip til kavarar

Søkkja línuskip til kavarar
Í Klaksvík arbeiða menn við at tøma gamla Nónhamar, sum skal søkkjast á Borðoyavík og brúkast til kavarar at kava niður til
 
19.01.2024 - 14:42

- Tað var soleiðis, at í 2016 fóru tvey ella trý skip av Klaksvík til upphøggingar, og tá vóru fleiri røddir frammi, hví okkurt av hesum skipum ikki var søkt til kavarar at kava niður til, sigur Olivur Joensen, ein av stigtakarnum, at søkkja gamla Nónhamar.

 

 

Nónhamar er bygdur á Skála skipasmiðju í 1964

 

 

Ætlanin er at søkkja Nónhamar á Borðoyavík, beint uttanfyri bygdina Norðoyri. Har varð útróðrarbáturin Reynsmúli søktur fyri nøkrum árum síðani, til frítíðarkavarar at kava niður til.

 

- Vit kava ofta niður til Reynsmúla, og tað verður uppaftur meiri spennandi, tá ið Nónhamar kemur at liggja har eisini, sigur Dávid Christiansen, formaður í Klaksvíkar Froskmannafelag.

 

 

Reynsmuli_MIX

Upptøkur har Janus fríkavar niður til Reynsmúla, sumer søktur uttanfyri Norðoyri, har ætlanin er at søkkja Nónhamar. 

 

 

Har er ein skráningur á havbotninum beint uttan fyri Norðoyri, og ætlanin er at søkkja Nónhamar, soleiðis at gronin kemur at liggja á umleið 16 metrar dýpi, meðan hekkan fer at liggja á umleið 30 metrar dýpi.

 

- Hetta er fínt til fríyrkiskavarar, meðan skalt tú djypri enn 30 metrar, so tosa vit um frálandakaving, sigur Janus Joensen frá Faroe Dive.

 

Hann heldur at hetta er ein heilt fantastiskur møguleiki hjá kavarum úr øllum heiminum.

 

- Eg havi tikið fleiri útbúgvingar uttanlands, og tað er ongastaðni, at tey hava góðkend skipsvrøk at kava niður til, sigur Janus, so har fara vit at verða frammanfyri, leggur hann brosandi afturat.

 

 

SMS frá lurtara: Skipið, ið tosað verður um, er tann seinasti hvalabáturin í Føroyum, Hvítiklettur. Hvalaveiðan endaði í 1984 tá Hvítiklettur skeyt sín seinasta hval, so hatta er eitt søguligt skip, ið verður brúkt til kaving

 

 

Um alt gongur sum ætlað, so Nónhamar søktur á Borðoyavík einaferð seint í vár ella í summar.

 

- Sum nú er, eru vit tveir gamlir menn, annar 70, hin 77, sum ganga umborð og pjøssast, men vit halda fram við góðum treysti, sigur Olivur Joensen, ein av stigtakarnum, og hann leggur afturat, at aðrenn Nónhamar kann søkkjast, skal tað sjálvandi góðkennast at Umhvørvisstovuni.

 

 

1648188

Lurta eftir samrøðuni umborð á Nónhamar .

 

 

Myndir frá arbeiðinum at gera Nónhamar góðkendan at søkkja til kavingarendamál

 

Olivur Joensen, ein av stigtakarnum arbeiðir við at rudda Nónhamar. 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. november
Morgunlestur fríggjadagur 22.november 2024
183775
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977