Selja tvey skip - 36 mans hava fingið uppsøgn

Selja tvey skip - 36 mans hava fingið uppsøgn
Eystnes og Hvítanes hava seinastu árini røkt pelagiska marknaðin, men trupult er at fáa rakstur í hetta virksemið
Hvítanes er annað skipið, sum Smyril Line hevur sett á sølulista.
 
19.01.2024 - 11:26

Smyril Line hevur lýst farmaskipini Eystnes og Hvítanes til sølu, og manningarnar, sum telja 36 mans, hava fingið skriv um uppsøgn.

Seinastu árini hava Eystnes og Hvítanes serliga verið nýtt til at røkja pelagiska marknaðin, men tað hevur verið trupult at fingið rakstur í hetta virksemið.

Samstundis hevur Smyril Line avgjørt at gevast at sigla til Russlands, ið var ein týdningarmikil marknaður.

 

Eystnes. (Mynd: Hagstovan)

 

Eystnes og Hvítanes eru skjótt 45 ára gomul, og orsakað av hesum og marknaðaravbjóðingunum, verður ikki mett, at tað fæst vinna í at endurnýggja skipini, sigur Smyril Line í tíðindaskrivi. 

Felagið fer í framtíðini arbeiða við kjarnuvirkseminum, ið er ferðafólka- og farmaflutningur við ro-ro-skipum, sum eisini er tað skipaslagið, ið Smyril Line hevur gjørt týðandi íløgur í síðstu árini.

Hoyr samrøðu, sum Hallur av Rana gjørdi við Jens Meinhard Rasmussen, stjóra í Smyril Line, í útvarpstíðindunum: 

 

19012024_Jens_Meinhard_Rasmussen

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. mars
Norðurljóð 3.mars 2025
188433
Mánadag 3. mars
4. dagar til fyrsta bríksl
188556
Mánadag 3. mars
Góðan morgun Føroyar
188535
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389