Privati arbeiðsmarknaðurin fer at hava tørv á 750 starvsfólkum

Privati arbeiðsmarknaðurin fer at hava tørv á 750 starvsfólkum
Verður trupulleikin ikki loystur, verður minni búskaparvøkstur, sigur stjórin í Vinnuhúsinum
Brúk verður nógvum starvsfolkum, bæði í almenna og privata geiranum, næstu árini. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
19.01.2024 - 13:54

Næstu árini fer privati arbeiðsmarknaðurin at mangla 750 starvsfólk.

Tað vísir nýggj kanning hjá Føroya arbeiðsgevarafelag. 

- Loysa vit ikki trupulleikan, verður avleiðingin minni búskaparvøkstur, sigur Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum.

Landsbankin hevur frammanundan víst á, at almenni arbeiðsmarknaðurin hevur tørv á 1500 starvsfólkum aftrat til 2030.

 

Niels Winther er stjóri í Vinnuhúsinum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Sostatt verður tørvur á 2250 starvsfólkum næstu árini.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

19012024_Niels_Winther_um_trot_a_arbeidsmegi

 

Í kanningini vóru umleið 100 fyritøkur spurdar, og tær umfata 57 prosent av privata arbeiðsmarknaðinum.

Stjórin í Vinnhúsinum minnir tó á, at slíkar kanningar altíð eru óvissar, og skulu takast við fyrivarni.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV