- Tíðindi, mentan og ítróttur
Minni matoyðsl: Lækka prísin fyri at sleppa undan matoyðsli
Alsamt fleiri handlar eru farnir at selja matvørur, sum nærkast seinasta søludegi, bíligari.
Á tann hátt slepst undan matoyðsli, men nær er vøra vorðin ov gomul at selja?
Brúkarum dámar væl, at vørur, sum nærkast seinasta søludegi, verða seldar bíligari, og summir handlar hava ein serstakan disk til slíkar vørur.
Niels Mortensen er stjóri í SMS-samtakinum.
Niels Mortensen er ovasti leiðari í SMS-samtakinum, sum eigur Bónus-handlarnar, Mylnuna og Miklagarð.
Tey eru júst farin at selja vørur, sum nærkast seinasta søludegi, bíligari.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Meira er á heimasíðu okkara um minni matoyðsl og spiltar vørur, sum standa frammi í handlum.
Á heimasíðuni kanst tú siga tína hugsan um hetta evnið og hvørjar royndir, tú hevur av at keypa niðurprísaðar vørur.