
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gadus siglir heim av fyrsta túrinum

Nýggi Gadus siglir heim av fyrsta túrinum við 430 tonsum. Skipið tekur meira enn tvífalt so nógv.
Gadus misti nakrar vikur, tí tøkniligur trupulleikar vóru.
Hanus Hansen er stjóri í JFK.
Gadus hevur roynt í norska partinum av Barentshavinum. Hann fór fyrsta túrin 28. oktober.
- Fiskiskapurin er ikki vánaligur, men hann er verri, enn hann hevur verið, sigur Hanus Hansen, stjóri í JFK:
Regin Winther Poulsen, journalistur.
Hóast vónirnar hjá Hanusi Hansen, stjóra í JFK, eru góðar, hava onnur ikki eins góðar vónir fyri toskin.
Regin Winther Poulsen, journalistur, hevur fyri fleiri altjóða miðlar skrivað um toskastovnar. Millum annað í Barentshavinum.
- Granskarar stúra fyri, at toskastovnarnir minka, orsakað av verðurlagsbroytingum, og at minkingin fer at halda fram, eisini í Barentshavinum, sigur hann: