Danmark, nei takk

bannari
Danmark, nei takk
Tað kemur ikki upp á tal hjá føroysku hondbóltslandsliðsmonnunum at spæla OL fyri Danmark, sjálvt um reglurnar loyva tí. Tað sigur Elias Ellefsen á Skipagøtu við danska TV 2
Tað kemur ikki upp á tal at umboða annað land enn Føroyar, sigur Elias Ellefsen á Skipagøtu
Mynd: Axel Heimken / kolektiff  
 
18.01.2024 - 12:38

Føroysku hondbóltslandsliðini sleppa ikki at spæla um olympisku heiðursmerkini. 

Altjóða olympiska nevndin, IOC, loyvir ikki hesum, sum er.

Reglurnar høvdu kortini loyvt Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, Hákuni West av Teigum og hinum at umboða Danmark til OL.

Til tað krevst 'bert' ein landsliðskarantena í 36 mánaðir, skrivar danska TV 2.

Tað kemur ikki upp á tal, sigur Elias Ellefsen á Skipagøtu við donsku rásina.

 - Hetta er ein spurningur, sum vit eru troyttir av at svara. Eingin okkara fer at skifta til Danmark, tað lovi eg. Vit eru føroyingar, og tað vilja vit framvegis vera.

 - Vit spæla ikki fyri nakað annað land, eingin kjansur, staðfestir føroyski spælskiparin, sambært TV 2.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791