Gott fiskarí hjá frystilínuskipunum

Gott fiskarí hjá frystilínuskipunum
Tey royna í løtuni í íslendskum og grønlendskum sjógvi
 
05.03.2023 - 11:55

Eitt ísfiskalínuskip er til fiskarí. Tað fiskar mest hýsu og tosk, og tað fer at landa misðkeðis í vikuni. 

Tað skrivar Fiskamarknaður føroya í útlitinum fyri viku 10.  

Øll frystilínuskip eru til fiskarí. Eitt frystilínuskip fiskar í grønlendskum sjógvi, meðan hini eru í íslendskum sjógvi. Okkurt kemur at landa í vikuni. 

Tey fáa eina blanding av toski, hýsu, longu, brosmu og so nakað av øðrum fiskasløgum eisini. Fiskaríið er sum heild gott.

Útróður
Streymurin harðnar sum vikan gongur og tað verður høgætt alla vikuna. Tí er ikki væntandi at tað verður nógvur útróður.

Teir stóru útróðrabátarnir koma tó helst at gera onkran túr. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342