Varaborgarstjórin: Borgarstjórin hevur brotið munnliga avtalu

Varaborgarstjórin: Borgarstjórin hevur brotið munnliga avtalu
Atli S. Justinussen, varaborgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, verður ikki á samgongufundum fyribils
Atli S. Justinussen er varaborgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.
 
28.02.2023 - 17:59

Varaborgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Atli S. Justinussen, er ikki longur á samgongufundum. 

Atli S. Justinussen sigur við Norðlýsið í dag, at hann hevur boðað borgarstjóranum frá, at hann ikki verður ikki á samgongufundum fyribils.

Orsøkin er, at borgarstjórin hevur brotið eina munnliga avtalu teirra millum. 

Avtalan snýr seg um, at varaborgarstjórin verður virkandi borgarstjóri, tá Karl Johansen er uttanlands. Borgarstjórin var uttanlands í desember, men Karl Johansen læt ikki varaborgarstjóranum lyklarnar til borgarstjóraskrivstovuna, upplýsir Atli S. Justinussen fyri Norðlýsinum.

 

Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.

 

Karl Johansen, borgarstjóri, harmast um støðuna, men vil ikki viðmerkja ósemjuna millum teir báðar.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

28022023_Karl_Johansen_um_samgongu

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238