- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tey ungu vilja skapa egnar royndir í arbeiðslívinum
Hugburðurin hjá undanfarnum starvsfólkum, heitið á starvinum og umdømið hjá fyritøkuni vigar ikki tungt í hugaheiminum hjá ættarliðnum, tá tey skulu velja sær starv.
Sambært eini kanning er unga ættarliðið sjálvbjargið og vil skapa egnar royndir í arbeiðslívinum.
1.100 fólk vóru við í einari kanning um føroyska ættarliðið Z um, hvat tey vilja við arbeiði sínum.
67 prosent vilja arbeiða í tænastuvinnuni.
Serligur áhugi fyri heilsuverkinum
Áhugi er serliga fyri heilsuverkinum og sosialum fyriskipanum.
Bara seks prosent vilja arbeiða í tilfeingisvinnuni, og 11 prosent ætla at fara í framleiðsluvinnuna.
69 prosent vilja arbeiða í Føroyum. Bara fýra prosent ætla sær ikki arbeiða í Føroyum.
Fjórðingurin heldur, at lønin er nóg góð í Føroyum.