Á Breddanum: Dýri biðidagur og Brexit

Á Breddanum: Dýri biðidagur og Brexit
Í sendingini frætta vit av Christansborg um politiska rokið um halgidagin, sum nú verður tikin av, og hvat føroysku fólkatingsumboðini fara at atkvøða
Alt bendir á, at fólkatingið í dag fer at atkvøða fyri uppskotinum um at strika dýra biðidag sum halgidag.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
28.02.2023 - 08:57

Fólkatingið tekur í dag endaliga avgerð um at taka dýra biðidag av sum almennan frídag í Danmark.

Stjórnin hevur borið skjótt at, og hóast bæði andstøðan og fakfelagsrørslan hava mótmælt, er lítil ivi um, at málið verður samtykt í dag.

Vit frætta av Christiansborg um politiska rokið, sum hevur verið um hetta málið, og hvat føroysku fólkatingslimirnir gera, tá trýstast skal á atkvøðuknøttin um middagsleitið.

 

Rishi Sunak, forsætisráðharri, og Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, tá skrivað var undir avtaluna um nýggju rammulógina fyri Norðurírland í gjár. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Brexit

10-ára langa søgan um Brexit kom eitt avgerandi fet nærri endanum í gjár, tá bretska stjórnin og ES samdust um eina nýggja brexit-rammulóg fyri Norðurírland.

Hvat ber nýggja avtalan í sær, og hvat hevur Rishi Sunak, forsætisráðharri, megnað at gjørt, sum fleiri forsætisráðharrar undan honum ikki hava megnað?

Síðst í sendingini tosa vit við serfrøðing í russiskum viðurskiftum um støðuna í Evropa eftir eitt ár við kríggi.

Breddin í útvarpinum og á kvf.fo klokkan 10.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. januar
Góðan morgun Føroyar
186679
Mikudag 22. januar
Morgunlesturin mikudagur 22.januar 2025
186425
Týsdag 21. januar
LEITISSTEIN 21.01.2025 (Simona Paula)
186642
Týsdag 21. januar
Góðan morgun Føroyar
186611
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512