Róðu seg til trý heimsmeistaraheiti

Róðu seg til trý heimsmeistaraheiti
Føroyar fingu heili trý HM-heiti í gjár, tá landsliðið í inniróðri kappaðist á 500 metrum í Toronto. Í dag er 2000 metrar á skránni
Føroyar gingu ikki minnni enn tríggjar heimsmeistarar í Toronto í gjár
Mynd: rsf  
 
26.02.2023 - 13:59

Føroyska landsliðið í inniróðri vann ikki minni enn fýra heimsmeistaraheiti í Toronto í gjár, tá kappast var á 500 metrum, skrivar rsf.fo.

Vár G. Hansen, sum róði í bólkinum 21-22 ár, legði hart út og vann 500 metra teinin við tíðini 1:32.0. Sára Maria Johansen endaði á triðja plássi í sama bólki við tíðini 1:34.1.

Zoe E. Dickson í 21-22 bólkinum fyri lættvekt, og hon róði seg sannførandi til heimsmeistaraheitið við tíðini 1:40.7.

Ungi og evnaríki Mattias Durhuus, sum róði í bólkinum 17-18, og við tíðini 1:18.8, sum er persónligt met, fór hann avstað við triðja føroyska heimsmeistaraheitinum.

Sarita Kristina Hansen, sum fyri kortum vann EM-heitið, kláraði akkurát ikki at leggja HM-heitið afturat. Eftir ein harðan róður endaði hon á 2. plássi í lættvektsbólkinum 23-39 ár við tíðini 1:38.6.

Elsa Magnussen róði í sama bólki og endaði á 5. plássi við tíðini 1:41.1.

Í dag rógva føroysku rógvararnir 2000 metra teinin.


Sarita Kristina Hansen endaði á 2. plássi á 500 metra teininum
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. apríl
Góðan morgun Føroyar
190533
Hósdag 10. apríl
Brot úr Føroya søgu
190532
Hósdag 10. apríl
Morgunlestur hósdagur 10.apríl 2025
190386
Mikudag 9. apríl
Mono - Passions Just Like Mine (4:5)
190509
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. apríl
Undansending: Føroyar - Litava
190512
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Fótbóltur: Føroyar - Gibraltar
190450